Er eingin profetsjón/visjón, villist fólkið av leið. (Orðt. 29:18)
Vit ynskja at verða ein dynamisk nútíðar samkoma, ið talar alt Guds fulla ráð og sum er viðkomandi fyri øll menniskju!
- Vit ynskja fylgja tíðini við andaligum virðum
- Vit ynskja at berjast í móti órættvísi
- Vit ynskja at stuðla menniskjum, sum eru fíggjarliga, sálarliga og likamliga illa fyri
- Vit ynskja at ávirka mentanina og verða ein partur av henni
- Vit ynskja at hava lovsang, sum er dynamiskur og nýmótans
- Vit ynskja við boðskapinum um Jesus at røkka fólki, har tey eru
- Vit ynskja, at samkoman skal verða spennandi, avbjóðandi og full av lívi
- Vit ynskja at nerta heimin við kraftini av sunnari, bíbilskari undirvísing
- Vit ynskja, at samkoman skal verða stór í tali, tó nærverandi sum ein familja
Karis, ein samkoma fyri tey ófullkomnu.
Visjónin kann heintast, sum framløga her: Visjón, Karis