Trúarjáttan

Vit avnokta  Djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.

Vit trúgva á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.

Og á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niður farin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.

Og á Heilagan Anda, eina heilaga almenna (alheims) kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Amen.