Skírisdagur

Dagurin í dag, skírisdagur, er dagurin, tá vit minnast seinastu kvøldmáltíð Harrans. Eftir at Jesus hevði reinsað templið, brúkti hann nakað av tíð at kjakst við jødisku leiðararnar, men teir skiltu ikki, hvør hann var. Seinni út á kvøldið savnar Jesus lærusveinarnar...

Endatíðin: Eden

Urtagarðurin, ið vit lesa um í fyrstu kapitlunum, var í landinum Eden. Tí kalla vit urtagarðin fyri: Edens urtagarður. Tað er ilt at siga, júst hvar urtagarðurin lá, men Skriftin gevur okkum nakrar ábendingar um hetta. Eden var á einum fjalli, helst einum háslætta....

Profetiski málburðurin

Sum áður nevnt, so er nógv av Skriftini skrivað í myndamáli. Til tess at skilja myndamálið, so kanst tú kalla tað eitt mynstur. Tó er tað umráðandi ikki at fara ov langt, tí so kann útleggingin gerast gátufør. Bíbilska myndamálið er ikki ein koda. Myndamálið er meir...

Hvussu lesa vit profetisku brotini?

Sum eg havi víst á, so er Eden eitt afturvendandi evni í Skriftini. Eden er upprunaliga ætlan Guds við heiminum, tí er tað ikki uttan grund, at urtagarðurin verður nógv umtalaður. Tó vísir tað seg, at vit mangan ikki fanga afturvendandi evnið um urtagarðin. Hetta er...

Endatíðin og skapanarsøgan

Sum eg nevndi í undanfarna bloggi, so er umráðandi, tá vit tosa um eschatology, at byrja við byrjanini, so vit fáa røttu heildarmyndina av frelsusøgu Guds. Nú, tú spyrt kanska, hvat eschatology hevur við skapanina at gera? Lat meg enn einferð undirstrika, at læran um...

Endatíðin í Gamla Testamenti

Sum eg vísti á í undanfarna bloggi, so er Bíblian søgan um, hvussu Gud stígur inn í søgu menniskjans til tess at frelsa okkum. Heimspekingurin Eugen Rosenstock-Huessy segði: “Kristindómurin er stovnari og verji framtíðarinnar. Tað er kristindómurin, sum er komin við...

Endatíðin: Inngangur

Inngangur Orðið eschatology er sett saman av tveimum grikskum orðum, eschatos og logos, sum heilt einfalt merkja, tá tey eru samansett: læran um síðstu tingini ella læran um endatíðina. Tá vit tosa um eschatology, so halda mong, at vit bert tosa um tað, sum hendir í...

Kalla at verða eins og faðirin, partur 9

Nýtaramentanin hevur fingið takið á okkum, og krossurin lagdur á hilluna! Men Bíblian hevur ein annan boðskap. Hon lærir okkum, at fylgja radikalu orðum Jesusar. Hann segði, at tann, sum vil fylgja eftir mær, má taka kross sín upp dagliga. Hvat merkir hetta? Tað merkir, at eg má doyggja frá mær sjálvum. Tað merkir, at eg má gevast við, at vera eitt barn og gerast eins og pápin í søguni.

Gleði Faðirsins, partur 8

Eg má læra meg, at geva meg fult og heilt til sonnu gleðina, sum er at finna í húsi Guds. Tá eg finni hana, so má eg liva í henni, so onnur eisini síggja hana og kunnu gerast partur av gleðini. Ja, tað er sorg allastaðni. Men í øllum ruðuleika heimsins teskar stilla rødd Guds. Og lata vit hana umfevna okkum og føra okkum heim, so koma vit at læra at gleðast í sorg og ruðuleika heimsins.