Læra

Tríeindin
Bíblian umtalar Gud sum Ein og Tríeinan. Bíblian vitnar bert um ein Gud, og at Hann er ævigur og til í trimum persónum: Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum. Allir eru eins í mátti og eru ein Gud! (1 Mós. 1:1,26,27; 3:22; 5 Mós. 6:4; Esa. 45:14; 46:9; 48:16; Sálmur 90:2; Matt. 3:16-17; 28:19; 1 Pæt. 1:2; 2 Kor. 13:13.).

Gud Faðirin
Gud Faðirin er skapari heimsins og heldur øllum uppi. Hann skapti heimin í kærleika og skapti menniskja í Sínu egnu mynd til at liva í samfelag við. Hansara ætlan var ikki, at menniskja skuldi falla í synd og uppliva sjúku, neyð og hungur. Faðirin sendi Sonin í heimin, so samfelagið kundi verða endurnýggjað og fyri at fría okkum frá avleiðingunum av falli menniskjans. . (1 Mós. 1:1; Sálmur 19:2; Róm. 1:19-20; Jóh. 4:24; Heb. 1:12; Esa. 40:27-31; Sálmur 139:7-12; 2 Pæt. 3:8; 1. Jóh. 1:7; 4:8; Esa. 6:1-3; 5 Mós. 32:4; Sálmur 145:9; Jóh. 3:16.)

Gud Sonurin
Jesus Kristus er æviga Gud. Hann var við Faðirinum og Heilaga Andanum frá byrjan. Við Honum er alt skapt, og í Honum er tað, alt er standandi. Í Kristusi hava vit endurloysingina og fyrigeving syndanna, við tað at Hann valdi at gerast menniskja við kraft Heilaga Andans og doyggja sum lýtaleyst offur fyri synd heimsins á krossinum. Jesus er æviga Gud við tveimum náttúrum – Gud og menniskja – í einum persóni. (Matt. 1:22,23; 28:6; Esa. 9:6; Jóh. 1:1-5, 14; 8:29,58; 14:10-30; Heb. 4:14,15; 1 Kor. 15:3,4; Áp. 1:9-11; Kol. 2:9,10,15; 1 Tim. 6:14,15; Tit. 2:13.)

Heilagi Andin
Heilagi Andin er æviga Gud, Harri og gevari lívsins, sum virkaði í Gamla Testamenti og varð givin í allari Sínari styrki til samkomuna á hvítusunnu. Hann reinsar tann, ið trýr á Kristus, frá teirri gomlu náttúruni og endurnýggjar okkum til mynd Kristusar. (1 Mós. 1:2; Ezek. 37:1-14; 2 Kor. 3:17; Jóh. 16:7-13; 14:16,17; Áp. 1:8; 5:3-4; Róm. 8:2; 1 Kor. 2:12; 3:16; Gal. 5:22-23,25; Ef. 1:13; 4:30; 5:18. Tit 3:5)

Bíblian
Vit trúgva, at Bíblian er Guds livandi orð, uttan feil, innblást av Gudi, ævig og hevur hægsta myndugleika í vegleiðing og lívi samkomunnar. Øll læra, vegleiðing, uppbygging, revsan, profetisk orð og áminning skulu vera eftir fulla ráði Orðsins. (2 Tim. 3:16,17; 2 Pæt. 1:20,21; 1 Kor. 2:13; Jóh. 17:17; Matt. 5:17-18; 1 Tim, 5:18; 2 Tim. 1:13; Sálmur 119:105,160; 12:7; Orð. 30:5.)

Synd
Vit trúgva at øll menniskju hava syndað, og tí tørvar okkum frelsu Guds. Einki menniskja kann vinna sær sjálvum frelsu. (1 Mós. 1:27; 2:7; Sálmur 8:3-6; 1 Mós. 3:1-24; Esa. 53:6a; Róm. 3:23; Esa. 59:1,2; Ef. 2:3).

Frelsan
Vit trúgva at frelsan er ein frí gáva frá Gudi, sum øll menniskju kunnu taka ímóti. Frelsan kann ikki fáast við góðum verkum. Einans við trúgv á Jesus Kristus, offur Guds fyri synd heimsins, kunnu vit verða frelst frá trældómi Satans. Tá vit velja at trúgv og venda okkum til Harran Jesus frá okkara synd, verða vit frelst. Vit fáa ævigt lív – verða fødd av nýggjum – í somu løtu, vit bjóða Jesusi inn í lív okkara sum Frelsara og Harra. (Esa. 53:6b-7; Róm. 3:24; 6:1-4,23; Ef. 1:4; 2:8,9; Jóh. 14:6; 1:12; Tit. 3:5; Gal. 3:26; Róm. 5:1; 1 Pæt. 1:18; 2 Pæt. 1:1; 3:9; 1 Jóh. 2:2)

Grøðing
Vit trúgva, at í gjøgnum verk Kristusar á krossinum hava vit fingið guddómliga grøðing fyri okkara likamligu og sálarligu sjúkur. Vit trúgva, at grøðing verður móttikin við bøn og handaálegging. (Es. 53.4-5; 1.Pæt. 2.24; Ják. 5.14-15; Mark. 16.18)

Dópur trúarinnar
Vit trúgva, at vatndópurin er eini boð givin okkum av Jesusi. Vatndópurin er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud. Dópurin vitnar, at hin trúgvandi hevur gjørt seg til eitt við deyða og uppreisn Jesusar í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. (Mat. 28:19; 1.Pæt. 3:21; Róm. 6:4-11)

Dópur Heilaga Andans
Vit trúgva, at fylling  Heilaga Andans er ein gáva frá Gudi til øll trúgvandi. Vit trúgva, at eitt og hvørt barn Guds, kann móttaka gávu og fylling Heilaga Andans. Andaligar gávur verða við Heilaga Andanum givnar teimum trúgvandi, so hin trúgvandi gerst førur fyri at vera eitt munadygt vitni í tænastu Harrans. (Áp. 1:8; Áp. 10:44-46; Áp. 2:1-4; Áp. 19:1-7; 1. Kor. 1:7; 12:7-11; 14:1; Róm. 12:6)

Minnismáltíð Harrans
Eins og við dópinum áleggur Skriftin okkum at minnast deyða og uppreisn Kristusar til seinnu komu Harrans. Máltíðin er ein minnismáltíð, har vit gera okkum til eitt við lív og deyða Kristusar. Breyðið ímyndar likam Kristusar og vínið blóð Kristusar. Minnismáltíðin er myndarlig, men tó við andaligum virðum. (Matt. 26:26-29; Mark. 14:22-25; Luk. 22:14- 23 and 1 Kor. 11:23-29.)