Miskunn

Ein partur av hugsjónini hjá samkomuni Karis er, at hon skal vera ein viðkomandi samkoma fyri øll.

Miskunn er ein tænasta í Karis, sum er ein útrættur armur til menniskju, ið hava tað trupult fíggjarliga. Tænastan hjálpir eisini fólki við praktiskum uppgávum. Hóast arbeiði er knýtt at Karis, so er okkara ynski, at fleiri samkomur og einstaklingar stuðla arbeiði, so vit í felag kunnu náa enn fleiri.

Vit ynskja fyrst og fremst at hjálpa okkara fólki í Norðoyggjum. Tá tænastan veksur, hjálpa vit út um Norðoyggjar.

Vit stuðla mest við gávukorti. Eisini veita vit matvørur.

Tú kanst venda tær til Miskunn við at ringja á tlf.nr. 221303 ella senda ein teldupost til miskunn@hotmail.com

Hevur onkur hug at stuðla tænastuni við gávu, kann peningur flytast á konto 6460 1514999 í Bank Nordik. – viðmerk “Miskunn”. Allur peningurin fer óskerdur til arbeiðið.

Takk fyri tína hjálp.