Samkoman

Samkoman Karis sá dagsins ljós 26. feb. 2012 eftir at vera plantað av nýggjum. Navnið Karis kemur úr griskum og merkir náði. Og tað er júst hetta, vit ynskja at vísa menniskjum. Øll hava syndað, og tí hava vit brúk fyri náði Guds. Vit eru kallað til at vísa ørðum hesa somu náði, sum Gud hevur víst okkum.

Karis er ein frísamkoma, sum hevur røtur úr karismastisku-, brøðra- og luthersku rørðslunum. Okkara mál er at fáa kongsveldi Guds at vaksa.

Vit ynskja, at leiða menniskju til krossin og ávirka samfelagið við virðum Bíbliunar. Vit trúgva, at samkoman/kirkjan er vón heimsinis, bæði tá tað kemur til menniskju, náttúruna, mentanina og lógir landsins, tí hon umboðar Kristus á fold.

Hóast Karis ikki hoyrir til nakran ávísan trúðarbólk, arbeiða vit saman við øllum samkomum/kirkjum. Hetta fyri at kongsveldi Guds skal ganga fram. Bíblian lærir, at vit skulu liva í einleika og kærleika hvør við annan.