Í dag er Dýri biðidagur og tá er líkasum upplagt at hugsa eitt sindur meir um bøn enn vanligt. Og sjálvandi eisini at biða eitt sindur meir enn vanligt.

Vit broyta ofta hugsan ígjøgnum lívi. Í ein vissan mun snýr tað, at gerast vaksin, seg um at gera sær sínar egnu royndir og tankar um tilveruna og, við støði í tí, sum man hevur lært í uppvøkstrinum, koma til sínar egnu niðurstøður.

Eg havi broytt meining um “Faðir vár”.

Eg vaks upp í brøðrasamkomuni og har fekk bøn Harrans lítið pláss. Tá ið limir í øðrum meinigheitum bóðu bønina, hevði eg fingið við, at hetta ikki taldi sum verulig bøn. Talan var heldur um tóm orð, eina innihaldsleysa ramsu, sum tann, ið bað ikki veruliga meinti og tann, ið biðið var til, ikki veruliga hoyrdi. Eg veit ikki um hetta nakrantíð beinleiðis varð lært, men onkursvegna hevði eg fingið tað við. Og hóast hetta er ein heldur einføld orðing, so er hon ikki langt av leið frá tí, sum beinleiðis og óbeinleiðis verður trúð og praktiserað, bæði í brøðrasamkomuni og í øðrum fríkirkjum. Við tí er ikki sagt, at hetta er hugburðurin hjá øllum í brøðrasamkomuni og øðrum fríkirkjum. Men hetta er vanligi hugburðurin.

Eg minnist hvussu eg í framhaldsdeildini ofta innantanna bað bønina við mínum egnu orðum tá ið morgunsangur var. Og eg haldi hetta vera eitt gott dømi uppá hvar ósemjan grundleggjandi liggur: Eg vaks upp við hugskotinum, at bønir einans eru veruligar um vit meina tær. Um vit í okkara hjarta venda okkum til Gud og við okkara egnu, spontanu orðum fortelja honum hvat liggur okkum á hjarta – ja, so er talan um eina veruliga bøn. Bønir eiga at spríkja fram úr hjarta okkara púra náttúrliga og spontant. Meira planlagdar og gjøgnumhugsaðar, tær eru, minni ektaðar eru tær. Onkuntíð varð eg biðin um at biða alment. Kanska byrja eitt møti ella okkurt. Tá hevði eg tveir valmøguleikar, sum hvørgin var serliga hugaligur: Far upp, púra ófyrireikaður, og byrja bara og bið í vónini, at tað, sum kemur út er gott og nøkunlunda forstáðiligt. Ella fyrireika teg og bið eina bøn, sum ikki er so góð og ektað, sum hon kundi verið, og kanska ljóðar følsk í oyrunum hjá teimum, sum lurta (verið tað møtigangarar og/ella Gud).

Hendan fatanin av hvat bøn er og eigur at vera, kom mær tó aftur um brekku, serliga tá ið eg gjørdist vaksin og onkuntíð hevði andaliga harðar tíðir. Tá strekti hendan fatanin av hvat bøn veruliga var ella, rættari sagt, hesin mátin at biða ikki til. Tí onkuntíð var tað snøgt sagt ikki gjørligt at biða. Onkuntíð hevði eg heilt einfalt ikki orkuna, tí eg kendi meg so niðarliga. Hetta var meira enn eitt sindur óheppið, tí hetta var júst tær tíðir, eg hevði mest brúk fyri at biða! Sum frá leið kom eg at síggja tað sum ein trupulleika, at mín dagliga andaliga støða – um eg hevði tað gott andaliga ella ringt – var treyta av mínum egna innsatsi. Eg byrjaði at leingjast og leita eftir eini andaligheit, sum ikki avhekk á mær, men heldur hevði sínar keldur uttanfyri meg sjálvan, eina andaligheit, sum eg kundi lena meg ímóti eisini tá ið eg hevði tað torført og onga orku hevði og ikki kláraði at samla mínar spjaddu tankar.

Og soleiðis byrjaði eg at biða “Faðir vár”. Og hví skuldi eg ikki? Jesus sigur jú, at vit skulu! (Matteus 5:9) Tað, sum eg fann við regluliga at biða “Faðir vár” var eina lívslinju til Gud, sum var har, hóast eg ikki altíð dugdi at biða uppá aðrar mátar. Harrans bøn fór ongan veg.

“Faðir vár” verður ofta kalla eitt mynstur, eitt slag av skabelón, sum man eigur at mynda allar aðrar bønir eftir. Og tað er púra rætt. Summi vilja vera við, at tað er tað einasta, hon er, men eg dugi ikki at síggja hví tað. Hví kann hon ikki vera bæði? Tað smarta við bøn Harrans er at sum tú biður hana, so gerast øll sløgini av bøn, sum hon inniheldur – lovprísan, tøkk, játtan, forbøn, osfr. – meira og meira kendir og náttúrligir. Eg havi til dømis altíð havt tað lættari við forbøn enn við lovprísan, serliga forbøn fyri mær sjálvum! Men sum eg ígjøgnum árini havi biðið “Faðir vár”, er lovprísan blivin nógv lættari fyri meg.

Ein annar fyrimunur við at biða “Faðir vár” er at tú verður mintur á, at tú ikki ert einsamallur. “Faðir vár” setur teg á ein týdningarmiklan hátt í samband við øll tey kristnu ígjøgnum øldirnar, bókstaviliga milliardir av fólkum, sum eisini hava biði á sama hátt sum tú. Bíblian nevnir tey børn Guds, sum eru deyð áðrenn vit, fyri eitt “stórt skýggj av vitnum” (Hebrearabrævið 12:1). At gerast varugur við hesi vitni hvørjaferð ein biður, leggur eitt álvarsemi, eina troyst og eitt nýtt mót aftrat bønarlívinum. Haraftrat opnaði hendan nýggja tilvitanin um fortíðina ein heim av bønum upp, sum kristin fyrr hava skrivað. Eg havi havt stóra gleði av anglikansku bønarbókini, Book of Common Prayer, og øðrum niðurskrivaðum bønum frá halgimennum, gudfrøðingum og annars kristnum, sum eru hundrað ferðir andaligari enn eg.

Eg kundi havt eitt nógv betri bønarlív. Eg eri alt for óskipaður og gerist alt ov lætt órógvaður. Tað er tí ofta eitt stríð at biða. Men fyri meg hevur ein breiðkan av fatanini av hvat bøn er hjálpt ótrúliga nógv. Bønarlívið er ríkari, djúpari og regluligari. Eg biði “Faðir vár” hvønn dag, eisini saman við børnunum, tí eg vil læra tey ein góðan vana, sum fer at hjálpa teimum ígjøgnum harðar tíðir. Sum eg hugsi um mítt bønarlív hendan Dýra biðidag, er bøn Harrans mær serliga dýrabar.