Risin“Deyði, hvar er nú broddur tín? Helviti, hvar er tín sigur? Risin er aftur frelsari mín, áður í grøv lagdur niður. Roðar nú páskasól um fjøll, vermir og gleðir hjørtu øll! Tøkk Gud fyri lívið.”

(Fríðrikur Petersen 1900)

Ein kommunistiskur gudloysingur helt einaferð eina talu fyri einari stórari mannamúgvu í fyrrvernadi Sovjet. Hann háðaði kristnu trúnna og segði, at hon bert var heilaspuni. Tað var ikki læran og ætlan Jesusar, sum fór at fáa heimin í javnvág, nei, tað var læra og ætlan Marx og Lenins, sum fór at gera tað. Gudloysingurin dugdi væl at bera seg fram og eyðmýkti kristindómin. Tá gudloysingur var liðugur at tosa, reisti ein orthodoksur prestur seg og spurdi um hann kundi koma við einari stuttari viðmerking til tað, sum sagt var, tað var játta honum. Presturin reistist og rópti: “Khris-tOs vas-krYEs” (Kristus er risin). Nakað kveiktist í mannamúgvuni, sum tey kendu aftur frá barni, tey róptu einmalt við harari rødd aftur: “Sanniliga er hann risin”. Hvat annað er vón heimsins, sum er í trælahaldi myrkursins, enn uppreisn Jesusar? Jesus er risin. Við uppreisn Jesusar er ein nýggj tíð byrjað, ein nýggjur heimur er byrjarður. Dimmið lættir. Nátt myrkursins kemur skjótt at enda. Uppreistnin er sjálv kjarnan av kristnu trúnni!

Uppreisnin í jødiskari heimshugsan

Hvussu skiltu eftirfylgjarar Jesusar uppreisnina, er ein umráðandi spurningur at seta sær. Vit eru ov nógv ávirkað av neo-gnositismu og platonismu, sum lærir, at tað fysiska er óreint og skal steðga at vera til. Jødadómur sigur nakað annað. Jødiska skriftin, sum eisini er okkara, lærir, at tað fysiska er gott. Men eins og við okkum, so hevur syndin dálkað kosmos. Av hesum tørvar alt skapanarverkið, bæði mennsikju og kosmos at verða frelst. Fyri jødan fór hetta at henda, tá Messias hevði sigrað og í hini seinastu uppreisnini.

Fyri jødan tosaði “uppreisnin í grundini um endurnýggjan Ísraels (fólki Guds). Ein slík uppreisn var ikki bert ein vón um lív aftan á deyðan. Hon bar í sær alt tað, sum var knýtt at tankanum um at koma aftur úr úlegd: fyrgeving syndanna, endurreisn Ísraels sum sanna sáttmálafólk Guds og endurnýggjanin av skapanarverkinum. Uppreisnin var tí sædd av jødunum sum endurnýggjanin av øllum skapanarverkinum bæði menniskjum og kosmos.” (N.T. Wright, the new testament and the people of God).

Jesusar uppreisn: Byrjanin upp á tað komandi lívið!

Tá Jesus reis uppaftur frá teimum deyðu, skiltu eftirfylgjarar Jesusar ikki heilt, hvat deyði og uppreisn Jesusar hevði at týða, og royndi at loysa gátuna í ljósinum av Skriftini og læru Jesusar. Teir skiltu ikki, at ein mátti fyrst rísa, fyri at alt fólk Guds (Ísrael) kundi rísa upp til nýtt lív. Men hetta komu teir at skilja eftir uppreisn Jesusar, og lesa vit um tað í Ápostlasøguni og brøvinum. Niðurstøðan hjá ápostlinum var, at uppreisini eru tey góðu tíðindini (euangelion). Kongurin hevði sigrað og prógvaði, at hann veruliga var Sonur Guds (kongur Ísraels) við at reisa upp frá teimum deyðu (Róm. 1: 1-4).

Tá Jesus sigur við Martu, at Lazarus ikki skuldi doygga, sigur Marta: “Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.”, Jesus svaraði henni “Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.” Jesus doyði og reis uppaftur fyri okkum øll og alt skapanarverkið. Sum eg vísti á, so merkti uppreisnin fyri jødan, at synd Ísraels (fólk Guds/samkoman) var fyrigivin, og at útlegdin var komin at enda.

“Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu – sum frumgróður teirra, ið sovnað eru. Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja. Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi – tó ein og hvør í deild síni: Kristus er frumgróðurin, harnæst tey, sum í komu Kristusar hoyra Honum til. Síðani kemur endin, táið Hann gevur kongsveldi Gudi og Faðirinum í hendur, eftir at Hann hevur gjørt enda á hvørjum harradømi, veldi og mátti. Tí Hann skal vera kongur, inntil Hann leggur allar fíggindar Sínar undir føtur Sínar. Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.” (1. kor. 15 20-26)

Jesus er veruliga uppreisini. Í sínum deyða tók hann dóm heimsins á seg. Við uppreisnini frá teimum deyðu, byrjar hann endurnýggjana av øllum skapanarverkinum. Jesus doyði við okkum, í stað okkara og fyri okkum, men somuleiðs reis hann upp fyri okkum. Og kraft uppreisnarinnar endurskapar brotna menniskjað í okkum, sum varð knúst og oyðilagt í syndafallinum. Legg til merkis, at Paulus sigur, Jesus longu nú er kongur, og at kongsveldi Guds á jørð er longu stovnsett. Tí er nýggja lívið byrjað í okkum.

Uppreisn Jesusar frá grøvini er byrjanin uppá ta nýggju tíðina. Tey, ið velja at trúgva, og alt skapanarverkið koma at hava lut í hini seinastu uppreisnini, sum verður eftir seinnu komu Jesusar.

Jesus hevur gingið vegin, og hevur slóðað fyri okkum, so vit kunnu finna og gerast patur av kongsveldi Guds. Longu her á fold fáa vit ein forsmakk av uppreisnini av hinum komandi heiminum í okkara lívi. Hetta merkir, at himmalin er komin nær. Í Gamla Testamenti var templið staðið har himmalin og heimurin møttust, nú hendur hetta í okkum, tí tey endurføddu eru tað nýggja templið – Kristus er fundamentið. Vit liva nú í eini millum tíð, har tað nýggja er komið, tó ikki í sínum fulla líki. Tann ónda tíðin og tann nýggja góða tíðin umskarast. Tá Jesus kemur og seinast dómurin hevur verið endar ónda tíðin. Tá skulu tey sum trúgva og alt kosmos reisa upp til tað nýggja fullkomna lívið og smakka uppreisnina í sínum fulla líki.