Heilsan úr Filipsoyggjunum

Klokkan er bert 1:29 um morgunin. Vit vaknaðu við ófriði, tí vit upplivdu sterkt, at Gud ynskir, at byrja eitt arbeiði, sum hann hevur lagt á okkara hjørtu í eina tíð. Vit vóru ikki sikkur í okkara søk vegna nøkur trygdaratlit, sum mugu takast, men nú vita vit, at vit mugu gera okkurt við støðuna í okkara landsbýði.

Alt hevur verið niðurlagt í 6 vikur, og enn eru 2 vikur ella fleiri eftir. Síðani hetta byrjaði, hevur stjórnin gjørt sítt besta fyri at geva teimum, sum vinna pening frá degi til dag, pensjónistum, fólk í bera breka og bilførarum, fíggjarligan stuðul.

Hóast hetta hava vit sæð órættvísi. Millum annað hava vit sæð fólk, ið bera brek, eldri borgarar, og onnur, sum onga hjálp fáa frá landinum, hóst landið hevur lovað teimum hjálp. Rosalie ringdi til Koronalinjuna, men tað er ein long tilgongd, áðrenn tey kunnu gera nakað í Antipolo. Grannarnir svølta og tørva okkara hjálp.

Vit ætla at keypa 10 sekkir av rís, dósamat, nudlur og egg. Vónandi fáa vit nokk, so vit eisini kunnu náa út um bygdina. Vit hava spurt ein, ið býr nær við hjá okkum, um hann kann koyra okkum at deila neyðhjálpina út. Hann hevur játtað.

Tað hevði glett okkum, um tit fyrst og fremst kunnu biðja fyri okkum. Eisini fara vit, at heita á tykkum um fíggjarligan stuðul. Allar upphæddir eru kærkomnar í hesi fátæktini, sum vit síggja. Vit koma at leggja myndir út so hvørt, sum vit deila neyðhjálpina út.

Takk fyri tykkara umsorgan og bønir.

Stuðla á 9865-1418216, viðm: neyðhjálp

Vinarliga

Kris og Rosalie Sørensen