Til tess at skilja bókina um Job, mugu vit skilja satsirnar av poetisku søguni, innihaldið í ymisku satsunum og hvønn leiklut persónarnir hava.

Fyrsti satsurin tekur støði í tí Himmalska. Satan kemur inn í kongssal Guds. Gud spyr, um hann hevði lagt merki til Job. Rithøvundurin lýsir meistaraliga kjakið, sum er millum Gud og Satan. Rithøvundurin setur ein sera týdningarmiklan gudfrøðiligan spurning í kjakinum. Vit lesa, at Satan ákærur menniskju fyri at óttast Gud, tí tey fáa okkurt aftur fyri. Gudfrøðiliga gátan er: Elska nøkur menniskju Gud persónliga; ella fyri tað, sum hann gevur teimum? Hetta er ein sera rannsakandi spurningur, sum vit sjálvi mugu seta okkum. Fyrsti satsurin tekur støði í einari kærleiks søgu. Kærleikin, millum Gud og menniskju, verður settur undir sjóneykuna.

Í øðrum satsi koma Elifas, Bildad og Zofar inn í myndina. Teir spæla leiklutin hjá teimum klóku heimspekingunum og gudfrøðingunum, sum royna at loysa kærleiksgátuna við sínum jarðiska vísdómi. Teir royna at svara spurninginum, ið gátan setur: Hví upplivir Job so nógvan óndskap, og hvønn leiklut hevur Gud í hesum?

Niðurstøðan í menniskjans vísdómi er, at óndskapur og líðing eru úrslitið av synd menniskjans. Tað, sum Job skuldi gera, var at játta sína synd, so fór óndskapurin at víkja. Hinvegin góvu Satan og kona Job Gudi skyldina.

Tá vit flyta okkum inn í triðja satsin, verður kjarnu spurningurin í bókini settur. Rithøvundurin stígur sjálvur inn í søguna. Hann spyr, hvar sannur vísdómur finnist. Í kapitli 28 vers 12-19 skrivar hann : “Hvar kann menniskjan finna vísdóm?” Rithøvundurin kemur síðani sjálvur við svarinum í vers 28: “At óttast Harran – tað er vísdómur, og at skýggja hitt illa – tað er vit!” Hann gevur ikki fólkunum í søguni svarið, men okkum sum lesa søguna.

Í fjórða satsi stígur Elihu inn í søguna. Hann hevur leiklutin hjá einum ungdómi, sum hevur ein ungdómsstoltleika, ið setur vísdóm sín hægri enn vísdómin hjá teimum eldru. Tað, sum er ironiskt, er, at hann kemur til sama svarið sum hinir. Job er sekur, og tí skal hann straffast.

Tá vit koma til fimta satsin, stígur Gud inn í søguna aftur. Hann vísir seg í sínum mátti fyri Job. Gud spyr Job, hvar hann var, tá hann legði grundvøll heimsins, spenti himmalin yvir jørðina og skapti havið (Job 41) . Vit hava longu sæð, at Gud skapti havið gott, men okkurt hevði eitrað havið. Rithøvundurin vísir á, at tað er Livjatan í føðir óndskap. Í kánanittiskum søgum, lesa vit um eitt líknandi djór. Tað verður lýst, sum eitt ónt djór við stórari megi. Esaias kapittul 27 hjálpir okkum at skilja, hvør Livjatan er. Esaias sigur, at Livjatan er ein slanga, sum er dreki havsins. Esaias sigur, at Gud fer at sláa Livjatan “tann dag” (!). Esaias profeterar vón, og ein dag verður óndskapur týndir. Esaias lýsir Livjatan sum ímyndina av óndskapi. Í Nýggja Testamenti, lesa vit, at Satan er tann veruligi Livjatan.

Í Sálmi 104 finna vit einastu veruligu útsøgn í skriftini um, hví vit síggja óndskap. Vit lesa, at Gud gjørdi, at Livjatan slapp at spæla í havinum. Onkursvegna sigur sálmurin, at óndskapur er tamdur av Gudi. Tó hevur hann, onkursvegna eina ávirkan á heimin. Kánanittar trúðu, at ein av teirra gudum hevði týnt Livjatan. Sálmur 104 sigur nakað annað; tað er, sum um at rithøvundurin sigur, at tað er bara Gud, sum hevur tamarhald á Livjatan. Var tað ikki so, var einki gott í heiminum. Somuleiðis lýsir sálmurin sama sannleika, sum restin av skriftini: Gud hevur ikki bert tamarhald á djórinum, men fer at drepa tað! Bíblian sigur, at óndskapur er ein veruleiki, men samstundis sigur skriftin, at óndskapur skal fáa ein bráðan enda.

Spurningurin, sum eg seti mær, er: “Jamen, Gud, hví hevur tú bara lagt leinkjur á óndskapin? Hví oyddi tú hann ikki, tá hann vendi sær ímóti tær?” Hetta er júst tað, sum fimti satsur snýr seg um. Gud spyr Job, um hann var har, tá hann legði Livjatan í leinkjur. Tað tykist, at Gud er firtin inn á spurningin, ið Job hevur sett. Tað tykist, ein djúp sorg er fjald handan svarið. Job skilir ikki kærleik Guds. Gud hevði tvey í at velja. Gud kundi týna . Úrslitið hevði  verið, at menniskjað eisini varð týnt. Hin møguleikin var, at leggja óndskap í leinkjur, og soleiðis bjarga menniskjum. Hetta merkti tó, at Gud mátti geva sítt egna lív, til tess at menniskjað skuldi vinna tað aftur. Somuleiðis merkti hetta, at óndskapur slapp at ávirka menniskjuni og alheimin í eina tíð. Gud spyr Job og vinir hansara: “Er tað nakar av tykkum, sum skilir, hvussu ódjórið virkar? Er tað nakar av tykkum, sum megnar at stýra mátti óndskaparins? Vóru tit har, tá leinkjurnar vórðu lagdar á Livjatan? Vita tit, hvat tað kemur at kosta mær, tí eg ikki oyddi Livjatan við tað sama? ” Rithøvundurin lýsir, at tað er óndskapurin, sum hevði blindað Job. Menniskju skilja ikki stóra kærleikan, Gud hevur fyri okkum, og hvussu honum leingist eftir, at hava samfelag við okkum.

Hesin leikurin í Job fær meg, at hugsa um eitt brot í Ringanna Harri. Frodo kemur í álvaskógin, eftir at hann og vinmenn hansara høvdu flýggjað undan óndskapinum, sum byrjaði at fáa fastatøkur á teimum. Óndskapurin megnaði tó ikki at troka seg inn í skógin. Drotningin, Lady Galadriel, sum ráddi yvir skóginum, er ein lýsing av tí góða. Tá vinirnir hjá Frodo sama kvøldi vóru sovnaðir eftir ein harðan dag, kallar drotningin á Frodo. Tey samtala, og Frodo sær nakrar ræðandi sannleikar, ið liggja honum fyri framman, um hann ikki megnar at oyða ringin. Brádliga sær Lady Galadriel ringin, ið Frodo bar um hálsin. Frodo bjóðar henni ringin. Kanska vildi hann av við byrðuna. Men tað kann eisini hugsast, at ringurin ávirkaði hann at freista Lady Galadriel at taka ringin. Tann óndi harrin, Sauron , freistaði hana at taka ringin frá Frodo. Soleiðis freistaði Satan Job. Eisini helt Satan, at hann kundi ávirka Gud, so Gud lat seg kúga. Lady Gaderiel føldi megina, ið óndskapurin hevði, men síðani reisti hon seg upp ímóti honum og vísti myrku yvirjarðligu vreiði sína móti óndskapinum. Máttur hennara megnaði at temja óndskapinum. Livjatan megnaði ikki at eitra hennara sinn. Hóast hetta, veik óndskapurin ikki frá Middle-Earth, men megin frá tí góða avmarkaði óndskapin. Megin frá Eru vardi fólkið á Middle-Earth. Óndskapurin kundi bert víkja, tá ringurin varð oyddur. Bert ein frá Middle-Earth kundi bera ringin til staðið, har hann skuldi oyðast. Hesin sannleiki er eisini galdandi fyri alheimin.

Upprunan til óndskap fáa vit ikki nakað greitt svar uppá. Vit finna tó í skriftini nakrar varðar, sum hjálpa okkum, so vit skilja ein part av gátuni um óndskap. Hetta fara vit, at hyggja  nærri at í næsta bloggi.
Link til 3. part: COVID-19 og Job