Hvussu lesa vit Job?

Í undanfarna bloggi, vísti eg á, at einki greitt svar er um upprunan av óndskapi. Hetta leiður okkum til spurningin: “Hvørja hjálp kunnu vit so finna í Bíbliuni?” Vit sóu, tá vit tosaðu um havið, at tað bæði var gott og ónt. Tað, sum varð skapað gott, vendist til nakað ónt. Hetta kenna vit føroyingar alt til. Havið hevur givið okkum nógv gott, men tað hevur eisini tikið nógv. Hetta ynskir Gud at broyta. Gud ynskir, at sín friður skal aftur valda á jørð. Spurningur er: “Hvussu?”

Fyrst mugu vit hyggja at gudfrøðini, sum nógv av okkum eru uppvaksin við. Tá vit tosað um “trupulleikan við óndskapi,” royna vit ov ofta at verja Guds góðsku, vísdóm og almátt, sigur N.T. Wright. Tað vil siga, at vit viðgera spurningin skeivt.

Í skriftini er tað serliga ein bók, ið vit nýta at loysa gátuna við. Tað er bókin um Job. Trupulleikin hjá okkum er, at vit royna at svara spurninginum um óndskap úr einari bók, sum ikki svarar hesum spurningum, soleiðis vit ynskja. Gordan Fee sigur, at bókin um Job roynir ikki fyrst og fremst at loysa gátuna um óndskap, men heldur spurninginum um hvar ein finnur vísdóm!

At Job er ein søguligur persónur, ivist eg ikki í, men ein skal vera varin, tá ein lesur Job. Feilurin, vit gera, er, at vit lesa bókina um Job, sum vit lesa ein tíðindastubba á portalinum. Bókin um Job, er ein poetisk søga, og tí er tað umráðandi at lesa hana í hesum samanhanginum. Onkursvegna kann ein lýsa hana sum søguna um Narniu hjá C.S. Lewis. Søgan er sonn, men skal ikki skiljast bókstavligt. Boðskapurin er sannur, men sannleikin verður borin fram poetiskt. Í mínari gudfrøðiligari ferð vildi eg lýst bókina, sum eina søguliga, poetiska og gudfrøðiliga symfoni, sum verður spæld í fimm satsum.Til tess at skilja bókina um Job, mugu vit skilja satsirnar í poetisku søguni, innihaldið í ymisku satsunum, og hvønn leiklut persónarnir hava.

Symfoniin tekur støði í, at Satan er ákærin. Hann dregur Gud í rættarsalin. Hann sigur, at kærleikssambandið millum Gud og menniskju er eitt falskt kærleikssamband. Satan sigur, at menniskjað vil bert hava samband við Gud, tí menniskjað fær okkurt afturfyri. Kona Job, hevur leiklutin hjá Satan á jørð. Hon biður Job banna Gudi, tí hon billar honum inn, at Gud er orsøkin til allan missin. Við øðrum orðum sigur konan, at Gud ikki elskar Job meir.

Nú, tað, sum er áhugavert við himmalska rættarsalinum, er, at rithøvundurin ikki sigur, at hann hevði eina sjón. Tá vit lesa um, at tey hava sæð inn í tað himmalska aðra staðni í skriftini, greiða tey frá, at tey høvdu eina sjón ella dreym.  Tað tykist, at rithøvundurin skapar eina mynd í sínum hugflogi, eins og Lewis skapar eina mynd av Kristusi í Narniu.

Tað er umráðandi, tá skriftin sigur okkurt løgið, at síggja tað brotið í ljósinum av restini av skriftini. Ein má ikki sláa ring um eina einstaka útsøgn ella søgu. Hyggja vit at restini av skriftini, síggja vit, at tá Gud roynir trúgv okkara, so hendir tað ikki eins og í søguni um Job. Restin av skriftin sigur, at Gud er við okkum í royndum okkara, og tað er hann, sum roynir okkum ikki Satan. Hetta sigur okkum, at rithøvundurin lýsir trónu Guds myndarliga. Tað merkir ikki, at sannleikar ikki eru í myndini, men vit mugu ikki taka hana ítøkiliga, men poetiskt og gudfrøðiliga.

Í 2. kapitli skapar rithøvundurin eina tvørsøgn, eitt paradoks. Hetta ger hann uttan iva fyri at vekja lesaran. Fyrst skrivar hann, at Gud sigur við Satan, at hann bað seg sláa Job. Síðani sigur rithøvundurin, at Satan slóð Job. Hetta lýsir, at rithøvundurin sjálvur stríðist við spurningin, samstundis, sum hetta vísir okkum, hvussu torført tað er at skilja óndskap. Tað tykist, sum um rithøvundurin sigur: “Hvør hevur vísdóm til at skilja hetta?” Rithøvundurin fær tað at síggja út, sum Satan stýrir søguni, eins og ónda heksin stýrdi Narniu. Men frá kapitli 38 broytist myndin, og nú er tað Gud, sum stýrir søguni og er altvaldandi. Gud biður Job líta á seg, og rithøvundurin sigur, at júst tað er guddómligur vísdómur. Eisini sigur Gud, at hann hevur loysnina, hvussu hann skal sláa djórið, ið hevur eitrað havið (kap. 41).

Eins og í søguni um Narniu vendir søgan, og Lewis sigur, at tað var Aslan, sum hevði veruliga myndugleikan. Hetta sá eingin, fyrr enn hann reis frá teimum deyðu. Einasti háttur bannið, sum lá yvir Narniu, kundi brótast, var, at Aslan gav sítt lív fyri fólkið. Tað, sum eingin spáddi, var, at júst kærleikin, sum Aslan vísti, breyt bannið. Kærleikin hjá Aslan fyri Narniu var djúpari og sterkari enn bannið, sum ónda heksin hevði lýst yvir Narniu. Júst lýsingin hjá Lewis, er reyði tráðurin gjøgnum skriftina, og hesin boðskapur er meistaraliga førdir fram í bókini um Job.

Í næsta bloggi fara vit, at hyggja nærri at teimum fimm satsunum í meistaraligu søguni um Job, havið, og hvussu Gud fer at knúsa óndskap.