Um eg átti eitt einfalt svar úr Bíbliuni ella kirkjusøguni um óndskap, hevði eg ikki ivast, at deilt tað við tykkum. Veruleikin er tó, at Bíblian ikki gevur eitt einfalt svar uppá óndskap.  N.T Wright sigur, at um vit halda okkum hava loyst gátuna um óndskap úr skriftini, so vitnar tað, at vit ikki hava skilt óndskap.

C.S. Lewis segði, at “pína er Guds megafon til tess at vekja ein deyvan heim.” Tað kann tykjast undarligt, at Gud ger tað. Merkir hetta, at Gud er upphavið til pínu? Nei! Tó vísir tað seg, at pína fær okkum at rakna við, og Gud nýtir kanska eina torføra tíð at koma í samband við onkran av okkum, tí vit lurta ikki, tá vit hava eydnuna við okkum. Merkir tað, at pína er góð, tí hon kann leiða okkum til Guds? Á ongan hátt. Lærdi skriftin tað, so var ikki neyðugt við krossinum. Krossurin er svarið upp á óndskapin og pínuna. Jesus vann á deyðanum, so vit skulu sleppa undan pínuni. Hann leið fyri okkum, so vit skulu arva hin komandi heim.

Óndskapur liggur ikki millum okkum og hini. Vit vóru inn á hesum í fyrsta blogginum. Vit eru øll smittað av óndskapi. Merkir tað, at vit ikki síggja størri óndskap onkrastaðni í heiminum enn hjá okkum; eg haldi, vit kenna svarið. Sjálvandi! Men tað merkir ikki, at vit ikki eru smittað av óndskapinum.

Vit mugu eisini skilja, at tað er munur á seinna heimsbardaga og COVID-19. Menniskju vóru beinleiðis atvoldin til seinna heimsbardaga, meðan vit ikki heilt skilja COVID-19, og hví tað rakar okkum? Somuleiðis volda summi okkara størri óndskap enn onnur. Tó bera vit øll somu smittu og kunnu ikki vera vís í, at okkara sjúkueyðkenni verða eins og hjá einum, ið voldir størri óndskap enn vit. Tað er júst tí, vit mugu verja okkum; vit mugu síggja okkara hjálparloysi ímóti virusinum. Vit mugu síggja í eyguni, at okkum tørvar hjálp til tess at vinna á virusinum. Tíverri mugu vit oftani uppliva virusið í fullari styrki, áðrenn vit vilja taka ímóti hjálp.

Annað stigið í viðgerðini hjá AA er, at vit mugu trúgva, at ein kraft, ið er størri enn vit, kann veita okkum fult skil. Fyrst mugu vit síggja, at vit ongan kjans hava ímóti virusinum. Næsta stig er, at vit mugu fata, at tað er bara Gud, sum kann veita okkum koppingarevni. Tó er umráðandi at minnast til, at tað at vinna á óndskapinum er ein ferð. Tað tekur alt lívið. Tá vit síggja okkara hjálparloysi, og velja at rópa til Gud, opnast okkara eygu. Hóast hetta mugu vit eftir undrið, læra okkum at liva í nýggja veruleikanum. Hesin veruleiki er ikki altíð lættur at fara ígjøgnum.

“Tey, sum dyrka religión (eitt moralskt lív), gera tað, tí tey eru bangin fyri helviti. Hitt sanna andaliga lívið verður dyrkað av teimum, sum hava gingið ígjøgnum helviti!”

Bíblian er ikki bangin fyri, at lýsa trupulleikan við óndskapi. Vit hava longu sæð, at havið er ein partur av tí góða skapanarverkinum, men Bíblian tosar samstundis myndarliga um kaosið, havið skapar í heiminum. Tað er umráðandi, at vit ikki steðga við kaosið, vit mugu ikki gloyma síðsta kapittulin í skriftini, sum sigur, at Gud skal sigra á vreiði havsins. Hetta evnið síggja vit allan vegin ígjøgnum skriftina. Øll lyftini peika á, at einaferð skal havið leggja seg, og óndskapurin skal vera rikin burtur einaferð fyri alla. Lambið skal liggja hjá leyvuni.

Tó sigur Bíblian, at Gud má ruska í alheimin eina síðstu ferð, áðrenn lyftið um shalom verður uppfylt. Skriftin sigur, at í sær sjálvum er heimurin góður, men er ikki vorðin búgvin. Somuleiðis sigur skriftin, at óndskapur menniskjans hevur steðgað búnaðartilgongdini hjá alheiminum. Til tess at alheimurin skal koma í javnvág, so má óndskapur menniskjans steðgast. Hetta kann tykjast ræðandi, men tá Bíblian tosar um dómin, ið skal koma yvir heimin , boðar skriftin altíð í sama andadrátti frá, at tá skal hvørt tár turkast burtur. Tá hevur COVID-19 og allur óndskapur onga makt yvir okkum longur. Er tað lætt at viðganga, at ein dómur verður einaferð, ikki fyri meg. Trúgvi heldur ikki, Gud er glaður fyri, at skulu lata dóm sín falla, men hetta er tann einasti hátturin, ið kann reka óndskapin burtur úr heiminum.

(Í næsta parti umrøða vit COVID-19 og Job)

Link til 1. part: COV-19 og óndskapur

(Mynd: UCR NEWS)

Rói Norðoy