Hvat nú?
Støðan, sum okkara land er í, tykist veruleikafjar. Ein heil tjóð, ja, allur heimurin steðgar upp av onkrum, ið eygað ikki sær. Hetta skapar ótta millum okkum, tí vit vilja ikki at ein okkara skal verða raktur av hesum virusinum. Samstundis vitnar hetta um, hvussu veik menniskjan er, einki hópoyðingarvápn kann steðga oyðingini av hesum virusinum.

Tað eru mong kristin, sum liva í ótta í dag. Tað eru mong, sum hugsa, at heimurin gongur undir. Men skriftin tosar ikki um eina endaliga   oyðing av heiminum. Tvørtur ímóti. Bíblian hevur ein boðskap um vón fyri heimin!

Í Opinberingini 21 lesa vit, at Jóhannes sá nýggjan himmal og nýggja jørð. Eisini sá hann, at einki hav var longur. Hetta lýsir ein boðskap um vón. Jóhannes sær ein heim uttan óndskap. Nú, tað er umráðandi at skilja, hvat Jóhannes meinar við, tá hann tosar um hav. Tað liggur ein apokalyptiskur týdningur aftan fyri orðið. Upprunaliga lýsti Gud havið, sum nakað gott. Men longu tá vit lesa um Nóa, broyttist støðan. Við tí, sum Gud lýsti at vera gott, kemur brádliga kaos. Fyrsta bjarging Guds av mannaættina var ein flótandi djóragarður. Flyta vit okkum longur fram í søgu heimsins, lesa vit um Móses og um, hvussu Gud gjørdi ein veg ígjøgnum havið, men teir vantrúgvandi egyptarnir, vórðu slúktir upp av vreiði havsins.

Í Sálmunum lesa vit um fagna Ísraels um, at havið mátti víkja fyri teirra Gudi. Tá vit koma til Dániel 7 broytist havið til eisini at verða ein hóttan móti Ísraels. Havið verður lýst sum myrkt, dapurt og verður nú myndarligi týdningur fyri óndskapinum, sum vildi oyða fólk Guds. Ísrael var komið í eina støðu, har tey brádliga byrjaðu at skilja at einasti hátturin, tey kundu verða fríað frá myrka, ónda havinum, var við hjálp Guds. Boðskapurin er greiður, uttan Gud megna vit ikki at vinna á havinum. Har Gud ikki er nær, livir óndskapur.

Evnið um hvar óndskapur stavar frá, hevur verið lýstir út í æsir. Gjøgnum søgu heimsins hava vit roynt at skilja óndskap, hvaðan hann kemur, hvussu vit steðga honum o.s.fr. Heimspekingar sum Voltaire, Rousseau, Kant, Hegel, Marx og Nietzsche hava roynt at loysa gátuna, uttan at hava funnið nakað svar. Sum oftast verður óndskapur lýstir sum nakað, sum er uttan fyri okkum. Tað er júst tað, sum er mest ræðandi, meira ræðandi enn COVID-19 .

Áðrenn COVID-19 bankaði á dyrnar í Europa, doyðu fleiri hundraðtúsundtals í hungri bara í ár kring heimin, og gera tað eisini beint nú. Matgoymslurnar í Europa kunnu bæði metta allan vesturheimin og øll tey, sum svølta, men vit látast ikki um vón. Vit geva ein hundrað krónu seðil í stuðli fyri at reinsa okkara samvitsku. Vit síggja ikki, at vit eru ein partur av óndskapinum. Tað tykist sum um, at so leingi vit hava tað ok, so er alt ikki so galið kortini. Vit kenna partvís órættvísina, ið vit seta børn okkara og onnur í, tá ið vit velja hjúnaskilnað, alkoholismu, hatur, happing, peningakærleika, arbeiðsgreði og annað, men venda tað blinda eygað til og tora ikki at kalla tað fyri tað, sum tað er – nevniliga óndskapur! Vit síggja ikki, at vit sjálv eru ein partur av óndskapinum. Vit avnokta at menniskjan sjálv er rótin til óndskapin í heiminum, kortini royna vit at geva onkrum øðrum skyldina, veri tað seg Gudi, Sátan, sosialismu, kapitalismu ella islam

Tað, sum ræðir meg, er tann veruleiki, at tað er ikki, fyrr enn óndskapurin hyggur okkum beint í eyguni, at vit rakna við. Tá gerast vit brádliga upptikin av óndskapi, sum um vit ikki sjálvi eru ein partur av honum, og útinna óndskap nærum dagliga. Okkum dámar so væl at billa okkum inn, at heimurin, vit liva í, er ikki óndur kortini. Vit billa okkum inn, at okkara ‘góðu’ kristnu (ella ikki kristnu) moralsku gerðir gera mun. Onkursvegna er tað tápuligt, at tosa um, hvaðani óndskapur kemur, tá vit sjálvi eru partur av óndskapinum. Vit billa okkum inn, at vit kunnu hugsa okkum frá óndskapi. Síðani upplýsingartíðina hevur ongantíð verið so nógvur óndskapur at sæð í mannasøguni. Tað er júst síðani upplýsingartíðina, at menniskjan er sett í miðjuna at loysa trupulleikan. Nietzche segði, at Gud er deyður, og vit hava sjálv dripin hann. Men, Nietzche, óndskapurin er ikki deyður. Merkir tað so, at vit í okkara samtíð av tí sama ikki kunnu geva Gudi skyldina? Nietzche segði, at vit mugu skapa okkara egnu søgu og soleiðis loysa trupulleikan, men tað hava vit ikki. Modernisma, marxisma, sosialisma, kapitalisma og postmodernisma hevur ikki megnað at vunnið á óndskapinum. Eingin vón bara hjálparloysi.

Hví? Orsøkin er einføld, vit tora ikki at venda eyguni móti okkum sjálvum, og síggja óndskapin. Einasti háttur, at eg kann verða bjagaður frá vreiði havsins, og reisa upp í heiminum, sum einki hav hevur, er at eg rópi til Gud í mínum hjálparloysi. Fyrsta stigið í viðgerðini hjá AA er, at síggja vit eru hjálparleys. Hetta fyrsta stigið sigur Bíblian, at vit mugu taka fyri at verða bjargað frá óndskapi okkara. Tað er, tá vit síggja okkara egna óndskap, at vit byrja eina ferð móti minni óndskapi. Tí heiti eg teg, eisini um tú er kristin, at taka hetta fyrsta stigið saman við mær.

(Í næsta parti verður umrøtt, hvat Bíblian sigur um óndnskap.)

Link: 2.partur

Rói Norðoy