voice

Jesus hevur latið portrið til forgarðar Guds upp

Fyri at fáa mannaættina aftur í samfelag við seg valdi Gud út eitt fólk, sum frelsa heimsins skuldi koma ígjøgnum. Hetta fólki var avkom Ábrahams. Ígjøgnum Ísrael skuldi hann koma, sum skuldi gera tað møguligt hjá menniskjum at koma heimaftur. Heim til forgarðar Guds, so samfelagið, ið menniskjað og Gud høvdu í Eden, kundi verða endurreist.

Tá Gud hevði valt Ísrael, sum sítt fólk og givið teimum boðini, valdi Gud ein prest, ið kundi koma inn fyri ásjón Guds eins og í Eden einaferð um árið. Hesin høvuðspresturin umboðaði alt Ísrael, tá hann fór inn í trónusal Guds, sum verður kallaður tað allar heilagasta. Nú, tá vit lesa um høvuðsprestin, er umráðandi at fanga týdningin av, hvat hann myndar. Hann var ein mynd av fullkomna menniskjanum. Hann var ein ímynd av menniskjanum, áðrenn tað fall. Tað vil siga, at hvørt ár, tá høvuðspresturin fóru inn í tað allar heilagasta, varð fólkið mint á, hvussu menniskjað einaferð livdi í Eden og hevði eitt inniligt samfelag við Gud. Somuleiðis peikaði hesin dagurin fram í tíðina. Dagurin gav lyfti og vón um, at menniskjað aftur skuldi liva í einum inniligum samfelagi við skapara sín eins og í Eden.

Ádam var ein fullkomin høvuðsprestur áðrenn falli. Av hesum var einasti háttur, at alt kundi verða uppaftur rættað, sum var lagt í oyði av fallinum, at ein nýggjur fullkomin høvuðsprestur kom. Sagt við øðrum orðum, so mátti ein nýggjur Ádam koma. Skriftin kallar hendan høvuðsprestin hin seinni Ádam. Bara ein slíkur prestur kundi reinsa halgidómarnar, og reinsa okkum frá okkara synd. Í sínari prestatænastu ger Jesus júst hetta. Jesus er hin fyrsti av nýggja fólki Guds á jørð, tí verður hann kallaður hin seinni Ádam. Eins og hin fyrri Ádam var upphavið til mannaættina, soleiðis er nú Jesus upphavið til tað nýggja útvalda fólk Guds.

“Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi – og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing.” (Heb 9: 11-12)

Men tað var ikki bert reinsan frá synd, okkum tørvaði. Vit vóru fangar ormsins. Trælir syndarinnar. Av hesum máttu vit eisini verða leyslatin úr trælahaldi okkara. Tí er tað umráðandi at vita, at Jesus kom ikki bert sum prestur, tí eins og fyrri Ádam var prestur í urtagarði Guds, so var hann eisini kongur. Gud skapti Ádam til at ráða yvir sínum skapanarverki til æru fyri seg (1. Mós. 1:26-28).

Hóast menniskjað fall, so hevur menniskjað varðveit sítt vald í ein vissan mun; tó hevur menniskjað mist eginleikan at hava guddómligt vald. Somuleiðis er menniskjað framvegis mynd Guds (1. Mós. 3:7), tó er hendan myndin nakin (1 Mós. 3:7), tí menniskjað hevur mist sín upprunaliga búna – dýrd Guds (Róm. 3:23). Vit bera mynd Guds í ein vissan mun enn, tó er myndin brotin vegna synd. Júst hetta er grundin, sum áður nevnt, at vit ikki kunna koma inn fyri ásjón Guds inn í tað allar heilagasta.

Hóast menniskjað varð koyrt út úr urtagarðinum, og dýrd Guds varð tikin frá tí, hevði Gud ein útveg. Tá Gud feldi dóm yvir menniskjað og jørðina, feldi hann ein enn størri dóm yvir ormin. Dómurin varð, at ein dag so skuldi ein koma og knúsa høvdið á orminum. Hetta kundi bert útinnast av einum kongi. Júst hetta er tað, Jesus kom at gera. Jóhannes sigur í 1. Jóh. 3:8: “Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.” Nú, eingin roknaði við, at hátturin, at kongur Ísraels fór at fría mannaættina frá myrkursins veldi, var við at leggja lív sítt niður fyri fólk sítt. Lærusveinarnir trúðu, tað var við svørði, at Jesus fór at vinnan hendan sigurin, men so var ikki. Endurloysingin kom við deyða Kristusar. Prógvið, at Jesus hevði vunnið, var uppreisnin (Róm 1:4). Við uppreisnini vísti Jesus, at hann var kongur. Hann vísti, at hann hevði vunnið á deyðanum. Hann tók valdið aftur, sum Ádam misti í Eden. Jesus kom sum hin seinni Ádam til tess, at endurreisa tað, sum hin fyrri Ádam oyðilegði (1. Kor. 15:22, 45, Róm. 5:15-19).

Tá Gud skapti menniskjað blásti Gud lívs Andan í Ádam, men við sínum uppreistri førdi Ádam deyða inn ístaðin. Hin seinni Ádam – Jesus – er komin at geva menniskjum hendan Andan aftur, sum av fyrstum varð givin í Eden.

Í Nýggja Testamenti lesa vit, at eftir Jesus var risin, møtist hann við lærusveinunum og talaði við teir. Eftir Jesus hevði talað við teir, lesa vit:

“Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði: “Takið ímóti Heilaga Andanum”” (Jóh. 20:22).

Tað er av stórum týdningi at skilja, hvat Jesus ger í hesari løtu. Eins og Gud blásti lívs Andan í Ádam, blæsur Jesus sama lívs Andan í lærusveinarnar, sum varð givin menniskjum upprunaliga. Hann gav teimum nýtt lív. Teir vórðu føddir av nýggjum. Tað merkir, at lív hins seinna Ádams byrjar í okkum, tá vit blíva frelst. Hetta upprættar samfelagið menniskjað hevði við Gud í Eden, vit kunnu aftur hoyra rødd Guds. Eisini vit, sum ikki hoyra til Ísrael.

Jesus vann okkum ævigt lív. Hann hevur givið okkum lívs Andan aftur. Lívs Andin setur okkum frí frá banni syndarinnar og deyðans (Róm. 8:2). Í Kristusi eru vit veruliga vorðin nýggjur skapningur (2 Kor. 5 :17). Í Kristusi verður brotna mynd Guds endurnýggjað í okkum (Ef 4:24, Kol. 3:10), og vit eru aftur klødd í dýrd Guds – dýrdina, sum vit mistu í fallinum (Róm 8:29-30 (endin í vers 30 í NLT sigur: “…gav Hann teimum dýrd sína”. Hetta kemur kanska ikki heilt greitt fram hjá Victori), 9:23). Hetta ger, at vit kunnu koma inn fyri ásjón Guds, ikki bara inn í tað heilagasta, men inn í tað allar heilagasta, sum er trónusalur Guds. Okkum tørvar ikki at óttast at koma Gudi nær.

Gud kallar okkum at koma niðan á heilaga fjall sítt (Fjøll eru ofta ein myndatala um bústaðir Guds). Sálmaskaldið sigur:

“Send ljós Títt og sannleik Tín, lat tey leiða meg, lat tey føra meg til heilaga fjall Títt og til bústaðir Tínar, so eg kann koma til altar Guds, til tann Gud, ið er gleði og fagnaður mín, og takka Tær á hørpu, Gud, Gud mín” (Sálmur 43:3-4).

 Offur Kristusar hevur nú givið okkum atgongd til hetta fjallið. Skrivarin av Hebrearabrævinum sigur:

“Tí tit eru ikki komin til fjall, ið nemist við, og sum brennur í eldi, ikki til sorta, myrkur og harðveður … Nei, tit eru komin til Zionsfjall og til stað hins livandi Guds, til hitt himmalska Jerúsalem” (Heb. 12:18-22).

Ísraels fólk óttaðust at koma niðan á fjalið. Tey vóru bangin fyri at doyggja. Nú hava vit einki at óttast fyri. Á krossinum vísti Jesus seg sum kong og vann á orminum. Sigurin hevur ført okkum út úr valdi myrkursins inn í vald ljósins. Vit kunnu nú koma við dirvi niðan á fjall Guds inn fyri ásjón hansara, tí vit eru reinsað og hava fingið Anda Guds (Heb. 10:19). Vit kunnu stíga inn í tað allar heilagasta og njóta samveruna við Gud. Eins og Ádam livdi saman við Gudi í urtagarðinum, sum var á hinum heilaga fjallinum, kunnu vit nú liva saman við Gudi. Vit kunnu aftur tala andlit til andlits við Gud. Ja, vit síggja og hoyra bert í brotum. Vit liva enn í falnu verðini og síggja tí óklárt í spegilinum og hoyra óklárt (1 Kor. 13:12). Tó stendur hesin sannleikin, at forhangið, ið helt okkum frá tí allar heilagasta, er skrædnað. Millumgarðurin er rivin niður. Hetta ger, at øll menniskju aftur kunna koma at kenna eymu rødd Guds.