voiceÍ urtagarðinum

Frá tíðarinnar morgni hevur rødd Guds talað. Kanska kennir tú ikki til hetta, men sannleikin er, at Gud vil tala við teg. Hann ynskir, at vit øll skulu hoyra rødd hansara. Tað er bert við mildu rødd Guds, at friður fyllir okkara lív. Tá vit ikki hoyra rødd Guds, manglar tað mest grundleggjandi í lívi okkara – Guds kærleiki. Hoyra vit ikki rødd Guds, kunnu vit ikki vita, hvussu høgt hann elskar okkum. Hvat nyttar tað, at onnur siga, hvussu høgt hann elskar okkum. Vit mugu hoyra tað frá kelduni sjálvari. Frá persóninum, sum elskar okkum. Einasti hátturin børn míni veruliga vita, at eg elski tey, er tá tey hoyra meg siga tað við tey. Sama er galdandi við okkum. Bert milda rødd Guds kann veita okkum vissuna um, at skapari heimsins elskar okkum.

Gudi leingist eftir, at siga okkum hendan sannleikan. Av tí at vit mangan ikki kenna henda sannleika, er eitt tóm rúm í okkara lívi. Vit fylla hetta tómrúmið á ymiskan hátt. Summi við arbeiði, onnur tónleiki, onkur við rúsmisnýtslu osf. Veruleikin er, at einki av hesum sløkkir tostan, ið sálin hevur, eftir skapara sínum. Eins og maður og kvinna tráða eftir hvørjum øðrum, soleiðis tráar sál okkara eftir skapara okkara. Vakurleikin liggur serliga í hesum, at skapari okkara tráar eisini eftir okkum. Hann tráar eftir, at vit koma heim. Heim til sín, so hann kann umfevna okkum og verja okkum. Eins og faðirin í søguni um buturvilsta sonin dagliga fór út á markinar í vón um, at kanska fór sonur hansara at koma heim í dag, soleiðis gongur Gud hvønn dag í forgørðum sínum og bíðar eftir, at vit skulu koma heim.

Sannleikin, at Gud ynskir at tala við okkum og brúka tíð sama við okkum, sæst gjøgnum alla Skriftina. Latið okkum venda okkum til nakrar hendingar í Skriftini, ið lýsa hendan sannleikan.

Ádam og Eva

“Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur” (1. Mós 3, 8)

Sambandið, sum Gud hevði við Ádam og Evu, var vaksið so intimt, at tey kendu Guds fótafet. Bara hann nærkaðist, vistu tey, at tað var hann, sum kom. Tað var ikki neyðugt hjá Gudi at rópa á tey, tí tey vistu, tað var hann. Tey kendu ljóð hansara.

Ein kann hugsar sær, at Gud sá fram til hendan partin av degnum. Eg veit sjálvur, at eg elski, tá børn míni koma heim. Tá tey renna yvir til mín og klemma meg og greiða frá, hvat tey hava upplivað. Hetta var uttan iva einki øðrvísi hjá Gudi. Hann elskaði, at koma til Ádam og Evu. Hann elskaði, tá tey runnu til hansara og greiddu frá tí, sum dagurin hevði lært tey. Vit vita ikki, um tað var langt síðani seinast, tey høvdu brúkt tíð saman, kanska var tað bara ein dagur síðani, kanska kom Gud hvønn dag til teirra eftir loknan arbeiðsdag til tess at brúka tíð saman við teimum? Hesin dagurin var tó øðrvísi enn aðrir; vanliga sleptu  Ádam og Eva tí, tey tókust við og runnu til skapara sín. Eins og barn rennur til faðir og móður sína. Ein kann bert hugsar sær, hvørjar hugsanir Gud hevði. Hann visti, at okkurt var hent, tí ístaðin fyri at koma ímóti sær, krógvaðu tey seg. Tey skammaðust.

Ein djúp sorg fylti hjarta Guds hetta kvøldið. Sorgin av at børn hansara ikki komu ímóti sær, sum tey plagdu. Sorgin av at tey ikki høvdu lurtað eftir honum. Sorgin var útrykt í orðunum: “Hvat hava tit gjørt” Gud hevði ávarað tey ímóti hesum. Í staðin fyri at lurta eftir skapara sínum høvdu Ádam og Eva lurtað eftir skapanarverkinum, eftir einum falnum eingli. Tey valdu at trúgva lygnini, sum hin snildi ormurin dáraði tey við. Vit vita ikki, hvussu ofta tey høvdu lurtað eftir orminum, neyvan bara einaferð! Eftir áhaldandi at dára menniskjað valdu Ádam og Eva at lurta eftir falna eingilinum. Orð hansara hevði eitrað sinn teirra. Tey hildu, at tey kundu vera eins og Gud. Tey hildu, at tey kundu skilja millum rætt og skeivt. Tey settu seg upp ímóti Gudi og valdu at gera, sum falni eingilin segði. Tey hildu brádliga, at tey vistu betur enn Gud. Alt hetta gjørdi, at Ádam og Eva vendu sítt hjarta frá Gudi til falna eingilin. Í hesum liggur fall menniskjans.

Fyri at avleiðingin ikki skuldi gerast størri, mátti Gud koyra tey út úr urtagarðinum. Hetta merkti, at intima samfelagðið, sum tey høvdu, varð brotið. Gud átti ikki hjørtu teirra longur, tað gjørdi ormurin. Av tí at synd nú fylti teirra hjartu og sinn, kundi Gud ikki kom til tey, uttan tey óttaðust. Hesin óttin førdi menniskju enn longur burtur frá nærveru Guds.

Gud letur tó ikki menniskjuni fáa frið. Hann fylgir teimum, har tey royna at flýggja. Hann ynskir, at fáa samband við tey. Syndin hevði gjørt, at Gud ikki tosar við tey eins og í Eden. Hendan sannleikan síggja vit í tabernaklinum. Prestarnir máttu fylla tað heilagasta við royki, tá teir gjørdu tænastu inn fyri ásjón Guds. Menniskjað doyði, um Gud opinberaði seg í fullum líki eins og í Eden. Í Eden var bílæt Guds ikki brotið í menniskjum, tá var hansara lívs Andi í okkum. Eftir fallið broyttist hetta, nú ræður deyði í okkum. Hetta hendi ikki bara fyri okkum, men fyri alt kosmos. Hvør dagur vitnar tað.

Alla vegin gjøgnum Skriftina síggja vit, hvussu Gud røkkur út til síni børn. Hetta lesa vit í søguni um Káin og Ábel, Nóa, Ábraham, Ísak, Jákup og fleir øðrum. Ábraham varð kallaður vinur Guds (2. Krø. 20:7). Sama var galdandi við Mósesi. Gud talaði andlit til andlit við Móses, sum vinur tosar við vin (2. Mós 33:11). Hóast Ísraels fólk bæði sóu og hoyrdu Gud tosað, bóðu tey Móses verða millummann teirra. Óttin, sum kom í Eden, var framvegis har. Tey vóru bangin fyri, at um tey fóru í eitt intimt samfelag við Gud, fóru tey at doyggja. Tí vildu tey, at Móses var tann, sum hevði samfelag við Gud í teirra stað.

Tey vóru fangar ormsins, tey tordu ikki í samfelag við Gud. Fyrst var tað Móses, tey bóðu verða millummann. Tá vit koma longur fram í søgu Ísraels, viljað tey hava ein kong at ráða yvir sær. Hetta órógvar Sámuel stórliga. Gud segði tó við hann: “Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg! Tað er ikki teg, ið teir vraka; tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til kong longur” (2. Mós. 18-21). Hetta er eitt afturljóð av tí, sum hendi í Eden.

Fyrst vildu tey ikki hava nærleika við Gud í tíð Mósesar. Síðani vildu tey ikki verða stýrd beinleiðis av Gudi. Tey vildu hava ein kong í staðin. Alt hetta var tað, sum hendi í Eden. Hetta liggur djúpt í okkum menniskjum enn. Enntá í kirkjum og samkomu okkara síggja vit hetta. Vit vilja heldur hava ein prest ella samkomuleiðara at hava hetta samfelagið við Gudi fyri okkum. Úrslitið av hesum er, at ormurin dárar okkara sinn við ótta, ivan, stúrðan, hatri, beiskleika – listin er langur. Hetta var tað hann gjørdi ímóti Ádam og Evu, og hann gera tað sama í dag. Hann roynir alt, tað hann kann at draga okkum burtur frá Gudi og billar okkum inn, at vit ikki kunnu hoyra Gud, ella at Gud ikki ynskir at tosa við okkum, tí vit eru syndarar. Sannleikin er, at Gud stendur í forgørðum sínum og sigur: “Kom, sum tú ert sundurbrotna barn mítt. Kom heim troytta barn mítt.”