Av tí kendi prædikumaðurin og rithøvundurin Michael Brown fer at hava møtir í Kelduni, hava vit einki møti sunnumorgunin tann 24 januar. Í samband við møti í Kelduni kl 11.00 fara bilar frá Karis kl 1020.
Í samband við vitjana verða møtin hildin sunnudagin 24. januar kl. 11.00 og kl. 18.00 í Kelduni. Tema fyri hesi vekingarmøtir er: Hví veking? Umframt at vera prædikumaður og rithøvundur, er hann eisini rektari, gestaprofessari, kjakari og útvarpsvertur.
Brown var ein av leiðarunum í stóru vekingini, sum var í Brownsville Assembly í Pensacola 1995-2000. Hann ferðast víða, og eitt av hansara hjartamálum er, at samkomur og kirkjur ávirka og broyta samfelagið við kraftini í gleðiboðskapinum. Eisini hevur Dr. Brown í mong ár arbeitt við trúboðan millum hansara egna fólk – jødar. Hann hevur skrivað 27 bøkur. Hann er rektari fyri FIRE School of Ministry. Dr. Brown hevur doktaraheiti í (PhD) í miðeysturmálum og bókmentum frá New York University. Hann er gestaprofessari á fleiri kendum gudfrøðiskúlum í USA.
Les meira um Michael Brown á www.askdrbrown.org.   Tað eru samkomurnar Lívsins Orð og Keldan, sum skipa fyri møtunum.   Eisini verður leiðsluseminar í Kelduni við Dr. Brown leygardagin 23. januar kl. 10.30. Les meira um seminarið og tilmelding her.