Ávøkstur kunnskaparins (1:10)

Til at liva Harranum verdiga, sum Honum líkar á allan hátt, og við kunnskapinum um Gud bera ávøkst, vaksa í øllum góðum verki (Kol. 1:10)

Andaligur kunnskapur ger, at vit liva Harranum verdiga og bera ávøkst, ið samsvarar við umvendingina.

Sum eitt sáð verður sáað í jørðina, verður kunnskapur plantaður í okkara lív. Eins lítið vit vita, hví og hvussu tað lítla sáðið verður til eina stóra, vakra plantu, eins lítið vita vit, hví eitt lív við andaligum kunnskapi verður til eitt lív við góðum verkum. Hetta er ein loyndardómur, sum er ógvulig djúpur.

Men vit vita, hvussu vit kunnu fáa eina plantu at vaksa seg stóra og vakra. Vatna og røkta vit plantuna, veksur hon seg stóra og vakra. Men fær plantan ikki ta røttu umsorganina, gerst hon veik og doyr til enda.

Hesin sannleikin er eisini galdandi fyri okkara andaliga lív. Vit mugu røkta okkara andalig lív rætt, so andaligur kunnskapurin kann nørast í lívi okkara. Vit mugu vatna og reinsa okkara lív í vatnbaðinum, sum er Orð Guds (Ef. 5:26). Heilagi Andin má sleppa fram at, so Hann kann vísa okkum á og hjálpa okkum við okkara trupulleikum. Tað er Heilagi Andin, sum skal vera okkara vegleiðari og hjálpari í øllum viðurskiftum – bæði í andaligum og tímiligum.

Faðirin ynskir, at geva okkum eina guddómliga náttúru. Hana fáa vit bert, um vit flýggja frá spilluni í heiminum:

Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd. (Pæt. 1:4)

Tað er við kunnskapinum um Gud, at vit flýggja frá spilluni í hesum heimi. Meira vit vaksa í kunnleikanum um Guds óendaligu góðsku, miskunn, rættvísi, heilagleika, trúfesti, náði og kærleika til okkara, tess størri longsul eftir heilagleika (reinleika) veksur í okkum.

Í Kristusi hava vit fingið lut í kunnskapinum um Gud. Nú kunnu vit læra at kenna Hann betur. Tað gera vit út frá Orðinum. Ynskir tú, at koma at kenna Hin livandi Gud, lat so Heilaga Andan gera Bíbliuna livandi fyri tær. Set tær fyri at granska Orðið. Bið Andan, um at opinbera kunnskapin fyri tær, sum Paulus tosar um. Tá kunnskapurin um Gud nørist í tær, fert tú at bera ávøkst, ið toknast Gudi. Tað er bert Heilagi Andin, ið kann gera Bíbliuna livandi fyri okkum. Latið okkum tí biðja Andan um at leiðbeina okkum.