Bøn Paulusar fyri samkomuni

Frá tí degi vit hoyrdu tað, hava vit tí ikki hildið uppat at biðja fyri tykkum og bøna um, at tit skulu fyllast við kunnskapi um vilja Hansara í øllum vísdómi og andaligum viti (Kol. 1:9)

Paulus var eitt stórt menniskja á mangan hátt. Hann ynskti altíð tað besta fyri systkin síni í Harranum. Í triðja versi lósu vit, at hann livdi altíð í tøkk fyri teimum – hetta vóru vit inni á í brotinum “Lív í tøkk”.

Í 9. versi byrjar Paulus við bøn fyri samkomuni í Kolosse. Aftur lesa vit, at Paulus og teir, ið við honum vóru, hildu ikki uppat at biðja fyri teimum og bøna um, at tey skuldu fyllast. Orðið at bøna er eitt ógvuliga sterkt orð. Vit nýta tað, tá okkurt liggur okkum serstakliga tungt á hjarta. Hyggur tú í frummálið, kanst tú seta rópa í staðin fyri bøna. Sum tú lesur hetta brotið, legg tær so hesi bønarevni í geyma.

Bønarvegleiðing (1:9)

Í hesum versi lesa vit, at Paulus ynskir, at tey “skulu fyllast við kunnskapi, um vilja Hansara í øllum andaligum viti.”. Hetta er ein framúrskarandi bøn. Hon nær langt út um okkara menniskjaligu rammur. Í okkara bønarlívi eru vit ofta stuttskygd. Vit biðja um, at veðrið á sunnudagsskúlaútferðini skal verða gott, fiskiskapurin hjá sjómonnunum skal verða góður og ikki at gloyma, at Harrin eisini má geva okkum gott veður í summar, so samkomubygningurin kann málast. Sjálvandi skulu vit eisini biðja fyri hesum. Men ofta gloyma vit tey týdningarmestu ella tey “stóru” bønarevnini fyri okkum og samkomuni. Um samkomulívið skal vera livandi, so mugu tað finnast menn og kvinnur, ið eru fylt við kunnskapi, vísdómi og andaligum viti um vilja Harrans.

Í G.T. lesa vit hesu stuttu, men hugvekjandi orð um eitt fólk, sum veruliga hevði andaligt skygni;

Av Issakaritum menn, ið dugdu at skyna á tíðunum, so teir vistu, hvat Ísrael átti at gera (Krøn. 12:32)

Hesir menn dugdu at skyna á tíðum; av tí sama visti Ísrael altíð, hvat teir skuldu gera. Ei undir í, at David vann stórar bardagar við slíkum monnum.

Latið okkum biðja um slíkt skynsemi, so vit, eins og Issakaritarnir, gerast eitt fólk við andaligum viti, ið dugir at skyna á tíðini, so vit gera tað, sum Gud ynskir, vit skulu gera til ta røttu tíðina. Hugsar tær til, hvussu stórar bardagar vit høvdu kunnað vunnið, um vit høvdu slík menniskju í okkara samkomum.