Eitt annað, sum eyðkendi Eden, var teir dýru steinarnir, sum vóru at finna í urtagarðinum. Vit lesa í 1. Mós 2:11-12: “Hin fyrsta (áin) eitur Pison; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa. Gullið í tí landi er gott; har fæst eisini bdellium og sjóamsteinur.” Flest okkara hava lisið versini fleiri ferðir, men hava nokk ongantíð givið okkum far um, hví dýru steinarnir verða nevndir.

Dýrir steinar hava ein ríkan myndarligan týdning í Skriftini, og tað er ikki uttan grund at teir verða umtalaðir. Og hvørja ferð teir verða nevndir, so peika teir aftur til Eden. Gud ynskir við steinunum at minna okkum á, hvat upprunaætlan hansara var við heiminum. Somuleiðis minnir hann okkum á, at soleiðis skal tað aftur verða. Besta dømi um, at Gud ynskir at minna okkum á Eden, tá vit lesa um dýru steinarnar, er í Ez. 28:13: “ Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín – karneol, topas, jaspis, krýsolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull.”

Summi meina at sjóamsteinurin, sum vit lesa um í Skriftini, er sami steinur, sum vit kenna í dag, men tað er torført at siga við vissu. Og vit vita enn minni um bdellium. Tó er nakað sera áhugavert fjalt aftanfyri hesar steinarnar í frelsusøgu Guds. Tá Gud leiddi fólkið út av Egyptalandi, gav hann eitt nú boð um, at høvuðspresturin skuldi hava serlig klæðir. Gud beyð, at á asklunum skuldu vera tveir sjóamsteinar; ein á hvørji øksl, har nøvnini á teimum 12 ættunum skuldu verða ritað. Víðari sigur Gud, at steinarnir skuldu vera minnissteinar (2. Mós. 25:7, 28:9-12). Hvat skuldu teir minna tey á? Hetta kemur nokk so greitt fram. Einasta ferð at sjóamsteinurin verður nevndur umframt 2 Mós. er í 1. Mós. 2:12. Tað vil siga, at Móses roynir at vísa okkum á Eden. Hvørja ferð fólkið sá høvuðsprestin, sóu tey sjóamsteinarnar. Og sjóamsteinurin er bert ein av tveimum, sum Móses skrivar um í 1 Mós. Høvuðspresturin var ein ímynd av tí fullkomna menniskjanum. Hann var ein ímynd av menniskjanum áðrenn tað fall. Áðrenn fallið, kundi menniskja liva innfyri ásjón Guds. Fallið gjørdi, at menniskjað varð tveitt úr frá nærveru Guds. Einasta menniskjað, sum kundi koma innfyri ásjón Guds varð høvuðspresturin. Hetta slapp hann einaferð um ári. Men Gud ynskti ikki hetta, hann vildi og vil, at øll menniskju altíð kunnu koma innfyri ásjón hansara. Høvuðspresturin peikar fram í tíðina. Gud vísti Ísrael við tænastu høvuðsprestsins, at ein skuldi koma, sum skuldi seta alt í rætt lag aftur- hetta er hin seinni Ádam. Steinarnir vístu teimum, at eins og menniskja einaferð livdi inn fyri ásjón Guds, soleiðis skal tað aftur koma at liva inn fyri ásjón Guds, tá hin fullkomni høvðspresturin hevur gjørt ta seinastu tænastuna: “Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi – og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing.” (Heb 9: 11-12).

Hin steinurin, sum verður umtalaður er bdelliumsteinurin. Steinurin verður knýttir at manna, sum Gud gav Ísrael í oyðimørkini. Geva vit okkum ikki far um tað, so er tað ikki lætt at skilja, at manna í roynd og veru eisini var eitt minni um Eden. Eins og í Eden fekk fólkið nokk av mati í oyðimørkini, og maturin var lættur at fáa fatur á. Men skilir man ikki, at mannað er eitt minni um Eden, so velur Móses at gera tað greitt fyri lesarunum, at mannað hevði sama lit sum bdelliumsteinurin (4. Mós.11:7). Úr 2. Mós. 16:31 vita vit, at mannað er hvít, og tí er bdelliumsteinurin hvítur. Í Opinberingini verður edenitiskimálburðurin um mannað aftur brúktur, og bdelliumsteinurin undirstrikar hetta: “Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein.” (Op 2:17). Hetta skrifstaðið peikar fram í tíðina, og vísir okkum, at alt skal aftur vera um tað einaferð var. Gud skal aftur leiða okkum inn í sín urtagarð.

Eitt, sum er vert at leggja merki til, er, at Gud vísir á sjóamsteinin og bdelliumsteinin, tá tey ferðaust gjøgnum Hvaila (Arabia). Sum tey ferðaðust gjøgnum landið, sóu tey úrslitið av fallinum. Einaferð hevði landið verið fult av alskyns djórum og trøum, nú var landið oyðið. Tó upplivdu tey signingar Guds og sluppu á mangan hátt at njóta tað, sum menniskjað einaferð hevði notið í Eden. Hetta kemur serliga til sjóndar við øllum gullinum, ið varð nýtt til at byggja terbernaklið. Tabernaklið var í roynd og veru ein lítil útgáva av urtagarðinum, somuleiðis er templið og samkoman ein ímynd av Eden. Tað merkir somuleiðis, at nakrir av ágóðunum, sum menniskjað upplivdi í Eden kunnu vit, sum trúgva uppliva longu í dag. Tó er veruleikin tann, at vit framvegis eru pílagrímar á ferð ígjøgnum eitt oyði land, men Gud hevur lovað okkum, eins og hann lovaði Ísrael, at hann skal syrgja fyri, at vit hava nokk til hvønn dag. Og vit vita, at hetta lyfti breyt Gud ikki. Ísraelsfólk høvdu nokk av mati, og klæðir teirra slitu ikki á ferð teirra til tað lovaða landið.

Tá profetarnir profeteraðu um komu Jesusar og vælsigningar, sum frelsan fór at hava við sær, brúktu teir eisini mangan dýrar steinar at lýsa frelsuna: “Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum; Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum!” (Es. 54:11-12).

Okkara arbeiði í kongsveldinum verður eisini lýst við, at vit savna okkum dýrgripir, tá vit gera tænastu fyri okkara kong (1. Kor. 3:11-15). Og í endanum av frelsusøgu Guds lesa vit, at Gud fer at byggja ein bý, sum er bygdur av alskyns gimsteinum ( Op. 21:18-21).

Dýrir steinar hava ein ríkan myndarligan týdning ígjøgnum Skriftina. Myndatalan minnir okkum á, hvar vit upprunaliga komu frá, og hvar vit hoyra heima. Vit eru skapt til at liva í Eden, í staðnum sum gimsteinar vóru ein vanlig sjón. Vit eru skapt til, at liva í samfelag við Gud og liva í yvirflóð. Eins og tabernaklið og templið vóru ein ímynd av Eden, soleiðis er samkoman nú ein ímynd av urtagarðinum. Vit eru livandi steinar, sum mynda hitt nýggja tabernaklið – hitt nýggja templið. Eins og dýrd Guds hvíldi í templinum, soleiðis hvílir dýrd Guds í nýggja livandi templinum. Endamálið við templinum í GT var, at fólk skuldu koma til tað og uppliva Gud. Samkoman er í dag staðið, har heimurin kann uppliva Gud. Samkoman er ein áminning um Eden. Samkmoman er ein áminning um, at sum tað var soleiðis kemur tað aftur at verða.